VIT DANSA Í SKANSASTOVU SUNNUKVØLDIÐ 20. JANUAR

Hey tit, nú er longu sunnudagur aftur, og vit dansa sum vanligt kl. 19,30.
Seinasta sunnukvøld var nógvur kavi, sera kalt og hált, og tað var so sum so við uppmøtingini! Men eitt hugnaligt og gott kvøld kortini:) Men nú sær út til at vit hava fingið vanligt føroyskt veður aftur, tá er gott og hugnaligt inni í Skansastovu:)
Á skrá er seinna helvt av Trøllabana, Sverra ríma og Rudisar vísa.

Tags: 

VIT DANSA Í SKANSASTOVU SUNNUKVØLDIÐ 14. JANUAR

Nú byrjar vanligi dansurin aftur í Skansastovu!
Tags: 

FØROYSKUR DANSUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM 13. KVØLD JÓLA

Aftur í ár skipar dansifelagið Tøkum lætt fyri 13. kvølds dansinum í Sjónleikarahúsinum. Tað eru nú 30 ár síðani Tøkum lætt av fyrstan helt, tað kundi verði stuttligt at royna at taka henda gamla siðin upp aftur, og 13. kvølds dansur hevur nú verið á hvørjum ári síðani, tó ikki í harðastu Koronu tíðini.

Tags: 

Nýttársdansur í Dali

Hey tit, nú nærkast nýttársdansurin í Dali, og sum tit vita, ber nú til at koyra líka úr Havn til Dals:) Felagið setur buss til, men sum altíð

Tags: 

FØROYSKUR DANSUR Á REINSARÍNUM 2. JÓLAKVØLD

Tøkum lætt hevur aftur í ár dans á Reinsarínum 2. jólakvøld.
Tags: 

Limabræv 2023

Góðu limir

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 29. oktober og væl av fólki møtti upp til fundin.

Andreas stóð fyri vali og var afturvaldur. Nevndin er sostatt Andreas, Jóna og Ólavur.

Tags: 

VIT DANSA Í SKANSASTOVU SUNNUKVØLDIÐ 19. NOVEMBER

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Undir bitum søgur dynja

 

Ein kvøða til Tøkum Lætt, nú felagið hevur 30 ár á baki.

 

Tað stendur eitt flagtakt hús við vegin í Hornabø í Havn. Húsagrundin, sum er úr gróti, er málað hvít, men annars eru veggirnir svartir. Eg hevði fingið at vita, at hetta var ”Hornhúsið”, og at har varð dansað annaðhvørt sunnukvøld.

 

Tags: 

AÐALFUNDUR OG ÁRSVEITSLA Í TØKUM LÆTT

AÐALFUNDUR OG ÁRSVEITSLA Í TØKUM LÆTT

Tags: 

AÐALFUNDUR Í TØKUM LÆTT

Sum vit hava lýst, verður aðalfundurin í Tøkum lætt komandi sunnukvøld tann 29. oktober kl. 20.

Tags: 

Síður

Subscribe to Tøkum Lætt RSS