Nevndin

Boð frá nevndindi og onnur kunning.

Barnlek 2017 - sjálvboðin arbeiðsmegi

Fundur verður í hølunum hjá Effo á Óðinshædd 3 í Havn, leygardagin, 20. mai, kl. 12. Fundurin er lagdur soleiðis, at øll kunnu koma aftur og fram sama dag, óansæð hvar í landinum, tit búgva. Hesin fundur verður ein kunnandi fundur, har vit koma at útgreina allar uppgávur, ið hjálparfólkini koma at taka sær av, meðan Barnlek er. Hetta er m.a. vaktarhald, reingerð, køkshjálp og servering.

Tags: 

Nógv tiltøk í februar

Tags: 

Nýggjur bólkur í Tøkum Lætt

Seinasta sunnukvøld varð ein nýggjur bólkur stovnaður í Tøkum Lætt. Lýst varð frammanundan við dansi fyri byrjarar, har øll við áhuga fyri føroyskum dansi kundu møta.
Tað møttu fleiri upp, og tey vóru fegin um hetta tiltakið. Farið varð upp á gólv, og vit kvóðu nakrar vísur.
Tags: 

Sjónvarpsupptøkur í Reinsarínum leygardagin 21. januar

 Aftur í ár fer Kringvarpið at gera sjónvarpsupptøkur av føroyskum dansi í Reinsarínum. Tøkum Lætt hevur verið við báðar tær fyrru ferðirnar, og tað var ikki meiningin, at vit skuldu verða við hesu ferð. Men so mangt kann henda, og tað hendi eisini hesu ferð!

Tags: 

FØROYSKUR DANSUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM

Aftur í ár skipar Tøkum lætt fyri tí vælumtókta 13. kvølds dansi, sum í ár verður leygarkvøldið tann 7. januar. Sum vant dansa vit í Sjónleikarahúsinum, byrjað verður kl. 22. Smurt breyð,

Tags: 

Føroyskur dansur í Reinsarínum 2. jólakvøld

Fyrr var 2. jólakvøld hæddarpunktið hjá tí føroyska dansinum bæði í bygd og í bý. Tá var tað soleiðis, at nakrar bygdir vóru jólabygdir og aðrar vóru nýggjársbygdir, og fólk vitjaðu hvønn annan hesi høgtíðskvøld. Vegir og tunlar vóru ongir tá, so fólk løgdu nógv fyri. Tey gingu yvir

Tags: 

Limabræv 2016

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 9. oktobur og væl av fólki var møtt.
Randi og Jóna stóðu fyri vali og vóru afturvaldar. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.
Í eykanevndini var ein broyting. Helena bar seg undan, og í hennara stað kom Malan Hilmarsdóttir.

Tags: 

Lýsing í Sosialinum 12. okt. 2016

Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving. Felagið Tøkum Lætt bjóðar øllum áhugaðum at vera við. Miðjað verður eftur, at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum. Tiltakið er sostatt bæði fyri roynd og óroynd. Dansað verður nú sunnukvøldið tann 16. oktober kl. 20 í Skansastovu, Djóni í Geilsgøta 1.

Barnadansurin byrjar sama kvøldið kl. 19. 

Øll eru hjartaliga vælkomin:) NEVNDIN

Tags: 

Vit vitja Eysturoyar Dansifelag

Sum tit vita, fara Tøkum Lætt og Eysturoyar Dansifelag at kvøða Gøtuskeggjar saman á Landsdansistevnuni í Klaksvík tann 21. mai. Hesi tvey dansifeløgini hava tí planlagt at kvøða saman og venja kvæðið 2 kvøld, tann 24. apríl og tann 8. mai.  Komandi sunnukvøld tann 24. apríl fara vit so við bussi inn í Eysturoynna at dansa saman við teimum. Hetta verður sum eitt vanligt dansikvøld hjá okkum, har vit fara at kvøða Gøtuskeggjar, sjálvsagt. Men pláss verður eisini fyri nógvum øðrum, so hetta verður uttan iva eitt gott dansikvøld. Bussurin koyrir frá Skansastovu kl.

Tags: 

Landsdansistevnan 2016

Landsdansistevnan 2016 verður í Klaksvík 21. mai.  Tøkum Lætt kvøður Gøtuskeggjar saman við Eysturoyar Dansifelag. Í tí sambandi er ætlanin at taka 2 dansikvøld saman við Eysturoyar Dansifelag. Tað fyrra verður tann 24. apríl í Runavík og tað seinna tann 8. mai her í Havn. Vit fara tí at biða tykkum lesa væl uppá Gøtuskeggjar, kanska serliga seinnu helvt. Lat okkum fáa tað at runga í skálanum :)

Tags: 

Síður

Subscribe to RSS - Nevndin