Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 16/04/2016 - 23:44
Sum tit vita, fara Tøkum Lætt og Eysturoyar Dansifelag at kvøða Gøtuskeggjar saman á Landsdansistevnuni í Klaksvík tann 21. mai. Hesi tvey dansifeløgini hava tí planlagt at kvøða saman og venja kvæðið 2 kvøld, tann 24. apríl og tann 8. mai. Komandi sunnukvøld tann 24. apríl fara vit so við bussi inn í Eysturoynna at dansa saman við teimum. Hetta verður sum eitt vanligt dansikvøld hjá okkum, har vit fara at kvøða Gøtuskeggjar, sjálvsagt. Men pláss verður eisini fyri nógvum øðrum, so hetta verður uttan iva eitt gott dansikvøld. Bussurin koyrir frá Skansastovu kl.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mik, 16/03/2016 - 23:05
Landsdansistevnan 2016 verður í Klaksvík 21. mai. Tøkum Lætt kvøður Gøtuskeggjar saman við Eysturoyar Dansifelag. Í tí sambandi er ætlanin at taka 2 dansikvøld saman við Eysturoyar Dansifelag. Tað fyrra verður tann 24. apríl í Runavík og tað seinna tann 8. mai her í Havn. Vit fara tí at biða tykkum lesa væl uppá Gøtuskeggjar, kanska serliga seinnu helvt. Lat okkum fáa tað at runga í skálanum :)
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mik, 16/03/2016 - 23:01
Freistin at melda til er 1. mai. Kostnaðurin er 300 kr fyri hvønn. Tit verða biðin um at flyta peningin á kto. 9181 4482370 og viðmerkið tykkara navn.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Týs, 26/01/2016 - 13:40
Aftur í ár er Tøkum Lætt boðið til Eiðis at dansa kyndilsmessudans. Sum kunnugt er kyndilsmessa 2. februar, og gamalt var at siga, at á kyndilsmessu var dagurin longdur við einari økt síðani stytsta dag. Nútíðin hevur tað við sær, at illa ber til at dansa mitt í vikuni, so tí verður dansað leygarkvøldið 30. januar.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 19/01/2016 - 18:10
Yvirlit til feløgini.
Í sambandi við uptøkurnar hava vit hesi hølini.
Posthúskjallarin: Fáa “okkurt heitt”, kaffi/te, køkur, øl og vatn. Hita upp.
Reinsaríið: Her verða upptøkurnar gjørdar.
Perlan: Frágreiðingar um kvæðini.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Hós, 14/01/2016 - 00:16
Komandi sunnukvøld 17. 01.16 kemur Dansifelag Kaggans heim til okkum í Skansastovu at vitja, har vit so fara at hava eitt felags dansikvøld. Skráin hjá teimum sær soleiðis út: En gang det sig nu hændte – Bjarni, Brestiskvæði – Herluf, Guttormsvísa – Regin, Ved Christiansand – Anna og Sunniva. Skránna hjá Tøkum Lætt finna tit undir skrá her á Tøkum Lætt. Men vit kunnu gott nevna, at Skrímslið, Gøtuskeggjar og Bjarnabani er tað, sum vit fara at kvøða.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 11/01/2016 - 10:50
Fimm dansifeløg luttaka, tey eru: Tey á Látrinum. Eysturoyar Dansifelag, Leikum Fagurt Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 04/01/2016 - 22:06
Sum tit vita, verða upptøkur til sjónvarpið leygardagin tann 23. januar 2016. Í hesum sambandi fara vit at møtast nakrar ferðir, fyri at venja tað, sum vit skulu kvøða. Fyrstu ferð verður nú mikukvøldið 6. Januar kl. 19, og hesa ferð verður tað í Perluni í Tórsgøtu. Vit finna okkurt annað stað til næstu ferð, tað frætta tit seinni, vit leggja tað út á heimasíðuna. Okkara ískoyti til upptøkuna verður: Rudisar vísa, Símun Hansen skipar, Vælkomnir føroyingar, Poul Johs. Johansen skipar og Ólavur Riddararós, Turid Sigurðardóttir skipar...
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 29/12/2015 - 20:37
Nýggjársdansur verður í Eiriksgarði 1. januar 2016 kl. 18.30. Teistin fer av Gomlurætt kl. 17.15 og heimaftur av Skopun kl. 22.30. Bussur stendur fyri okkum, tá vit koma og koyrir okkum til Dals, og tá dansurin er liðugur verða vit koyrd aftur til Skopunar. Alt tiltakið kostar 100 kr, harí er íroknað bussur, suppa, te og kaffi. Farturin úr Havn til Gomlurætt og aftur er ikki avgjørdur enn, men vit kunnu tosa saman um tað. Tað avhongur eisini av, hvussu nógv vit verða.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 26/10/2015 - 21:26
Sum tit vita, vóru vit í Kvívík aftaná føstuna og dansaðu saman við Norðstreymoyar dansifelag og Vága dansifelag. Vit í Tøkum Lætt og hini bæði dansifeløgini hava í eina tíð tosað um, at tað hevði verið stuttligt og mennandi fyri allar partar at dansa saman av og á. Fyrsta royndin var so í Kvívík, og tað eydnaðist avbera væl, fólk vóru sera glað um tiltakið. Nú hevur Vága dansifelag bjóðað okkum og norðstreymoyingum vestur at dansa leygarkvøldið tann 31. oktober.
Síður