Óli A. Reinert á Geilini's picture

Dansurin í kvøld, 14. februar, er avlýstur

Boðað skal verða frá, at dansurin í kvøld, 14. februar, er avlýstur.

Væntandi verður dansað aftur eftir føstuna, men tað verður kunngjørt tá.

 

Tøkum Lætt

Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Dansurin fram til føstulávint

Støðan viðvíkjandi koronasmittuni í Føroyum er góð í løtuni. Tí er ætlanin at dansa hvørt sunnukvøld fram til føstulávint. Dansurin varð avlýstur nøkur sunnukvøld herfyri, so nú er møguleiki at vinna eitt sindur inn aftur av tí, ið tá varð mist.
Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Dansað verður aftur sunnukvøldið 24. januar

Dansurin byrjar nú aftur í Tøkum Lætt. Vegna koronusmittuna hevur ikki verðið dansað eina tíð, men sunnukvøldið 24. januar verður bæði barnadansur og dansur fyri vaksin. Barnadansurin byrjar klokkan 18:30, og dansurin fyri vaksin byrjar klokkan 19:30.
Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Dansurin 17. januar er avlýstur

Sum støðan er við koronu í løtuni, hava vit valt at avlýsa dansin sunnukvøldið 17 januar. Ætlandi verður dansað aftur 24. januar, men kunnað verður um tað seinni.
Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Dansurin 10. januar er avlýstur

Dansurin sum skuldi verða sunnukvøldið 10. januar er avlýstur. Við atliti til koronasmittuna í landinum varð hildið rættast at bíða eitt sindur við at taka dansin uppaftur eftir jóla- og nýggjárssteðgin.
Tags: 

Limabræv 2020

Tórshavn 29. 10. 2020

Góðu limir

Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Dansurin byrjar nú aftur í Tøkum Lætt

Nú myrkna kvøldini og veturin stendur fyri durum. Á homrum og í fjallalíðum onkran illveðursdag síggjast gívragrýturnar standa á kóki, meðan stormurin dunar í gjáum og bergskorum. Seyðurin leitar sær á bøin, og fólk hittast um kvøldarnar til hugnaligt prát. Trøll og risar eru nú sjónligari í fjøllunum og stevna saman til fundar á vetrarveitslu.
Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Aðalfundurin er útsettur eina viku

Aðalfundurin í Tøkum Lætt, sum lýstur varð at verða sunnukvøldið 11. oktobur, er útsettur eina viku.
Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Aðalfundur í Tøkum Lætt og leiðreglur viðv. Corona

Aðalfundur verður í Tøkum Lætt sunnukvøldið 11. oktobur klokkan 20.00. Fundurin verður í Skansastovu.
Tags: 
Óli A. Reinert á Geilini's picture

Føroyskur dansur í Sjónleikarahúsinum 11. januar.

Nú farið er um trettanda kvøld jóla, skipar Tøkum Lætt aftur í ár fyri tí vælumtókta dansinum í S
Tags: 

Pages

Subscribe to Tøkum Lætt RSS