Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Týs, 12/10/2021 - 14:28
Av tí, at landsdystur er í kvøld (12. oktubur), er dansurin saman við skúlanæmingum úr Danmark útsettur 1 tíma. Dansurin byrjar klokkan 21:00
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 11/10/2021 - 14:36
Týskvøldið, 12. oktobur, koma skúlanæmingar úr Danmark at dansa saman við Tøkum Lætt. Tey ganga í 9. flokki og verða við lærarum uml. 25 fólk. Øll eru vælkomin í dansin og tey ungu í Tøkum Lætt hava her høvi at hitta onnur ung og kunnu kanska eisini leggja teimum lag á, hvussu dansað verður. Ein matarsteðgur verður, har fólk kunnu hugna sær við práti og einum drekkamunni. Dansurin byrjar klokkan 20:00.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Týs, 05/10/2021 - 19:20
Dansur verður í Kvívík leygaekvøldið 9. oktobur. Tøkum Lætt skipar tí fyri busssambandi til Kvívíkar hetta kvøldið, og bussurin fer frá rennibreytini í Gundadali klokkan 20:50. Øll eru vælkomin.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mik, 04/08/2021 - 22:56
Enn ber til at tekna seg til Landsdansistevnuna, men tað má gerast skjótt. Tit melda tykkum til við at flyta 300 kr. á kontu 9181 4482370 í betri banka.
Stevnan verður 21. august
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 12/07/2021 - 12:50
lANDSDANSISTEVNAN verður í Havn tann 21-08-2021 í Sjónleikarhúsinum og í Dansifrøði ella Høllini á Nabb
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 17/05/2021 - 18:31
Dansur verður aftur í Skansastovu sunnukvøldið 16. mai
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 17/05/2021 - 18:28
Boðast skal frá, at eingin dansur verður í Tøkum Lætt í kvøld.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 17/05/2021 - 18:24
Seinasta sunnukvøld var dansur í Tøkum Lætt, og nógv fólk møttu upp. Kvæðini rungaðu undir lofti, og ikki vórðu skógvarnir spardir.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 19/04/2021 - 14:35
Roykur stóð til skýggja upp,/ reytt var sund at síggja./ So er sagt, at danskir menn,/ teir máttu undan flýggja.
Latið inn hevur Óli A. Reinert ... hin Mán, 19/04/2021 - 14:31
Páskirnar eru nú farnar afturum, og dagarnir ljósna. Hóast kavin liggur tjúkkur um landið síggjast vártekin í haga og á bøi. Tey fyrstu lombini eru komin, og tjøldrini hoyrast klippa millum kavaælini, meðan smáfuglarnir skavast millum húsini, leitandi eftir onkrum at taka upp í nevið.
Síður