FØROYSKUR DANSUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM

Aftur í ár skipar Tøkum lætt fyri tí vælumtókta 13. kvølds dansi, sum í ár verður leygarkvøldið tann 7. januar. Sum vant dansa vit í Sjónleikarahúsinum, byrjað verður kl. 22. Smurt breyð,

Tags: 

Føroyskur dansur í Reinsarínum 2. jólakvøld

Fyrr var 2. jólakvøld hæddarpunktið hjá tí føroyska dansinum bæði í bygd og í bý. Tá var tað soleiðis, at nakrar bygdir vóru jólabygdir og aðrar vóru nýggjársbygdir, og fólk vitjaðu hvønn annan hesi høgtíðskvøld. Vegir og tunlar vóru ongir tá, so fólk løgdu nógv fyri. Tey gingu yvir

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Barnadansur og jólahugni

 

Seinasti barnadansurin áðrenn jól verður í Skansastovu 4. decembur klokkan 19. Í hesum sambandi verður gjørt eitt sindur meira burtur úr kvøldinum. Skipað verður fyri jólahugna, har børnini og onnur fáa okkurt gott undir tonnina, og sungnir verða jólasangir.

 

Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Ársveitsla, dansur á Boðanesheiminum og dansur í Eysturoynni

 

Ársveitslan hjá Tøkum Lætt verður í kappróðrarneystinum á Argjum leygarkvøldið 19. novembur. Fólk møta kl. 19 og farið verður til borðs kl. 19.30.

Tags: 

Barnadansurin 2016-2017

Barnadansurin er byrjaður, vit hava longi dansað 2 kvøld! Tað fyrra kvøldið vóru ikki so nógv fólk, tí fyri tað fyrsta var tað í endanum av heystferiuni, og fyri tað annað vóru enn komfirmatiónir á skránni. Men tað seinna kvøldið vóru sera  nógv børn og vaksin møtt, tað var ordiliga stuttligt:) Vit dansa aftur komandi sunnukvøld kl. 19 og annars hvørt sunnukvøld líka til føstu. Ein skrá verður løgd út her á heimasíðuna heilt skjótt.

Limabræv 2016

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 9. oktobur og væl av fólki var møtt.
Randi og Jóna stóðu fyri vali og vóru afturvaldar. Nevndin er sostatt tann sama, við Andreasi sum formanni, Randi kassameistara og Jónu skrivara.
Í eykanevndini var ein broyting. Helena bar seg undan, og í hennara stað kom Malan Hilmarsdóttir.

Tags: 

Lýsing í Sosialinum 12. okt. 2016

Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving. Felagið Tøkum Lætt bjóðar øllum áhugaðum at vera við. Miðjað verður eftur, at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum. Tiltakið er sostatt bæði fyri roynd og óroynd. Dansað verður nú sunnukvøldið tann 16. oktober kl. 20 í Skansastovu, Djóni í Geilsgøta 1.

Barnadansurin byrjar sama kvøldið kl. 19. 

Øll eru hjartaliga vælkomin:) NEVNDIN

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Nú byrjar dansiveturin aftur

Aðalfundur var í Tøkum Lætt 9. oktobur, og tey, sum stóðu fyri vali, vórðu afturvald. Nevndin í Tøkum lætt er sostatt hin sama við Andriasi sum formanni, Randi sum kassameistara og Jónu sum skrivara.

 

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Aðalfundur í Tøkum Lætt

 

Árligi aðalfundurin hjá Tøkum Lætt verður sunnukvøldið 9. oktober klokkan 20 í Skansastovu. Skráin verður sambært viðtøkum felagsins. 

Á fundinum verður eisini kunnað um ymisk tiltøk, ið ætlandi vera á skránni hjá  felagnum  í vetur. Eftir fundin verður hugnaligt prát afturvið einum drekkamunni, og síðani verður  farið upp á gólv eina løtu.

Tags: 
Mynd: Óli A. Reinert á Geilini

Dansur á Reinsarínum 8. mai.

Tey, sum ætla sær við til landsdansistevnuna í Klaksvík, kunnu fara í dans á Reinsarínum sunnukvøldið 8. mai, har dansað verður saman við eysturoyingum og saman við dansifelag Kaggans. Gøtuskeggjar verða sjálvsagt á skránni, men eisini verður høvi at kvøða onnur kvæði, so hetta kann væl gerast eitt gott dansikvøld.

Dansurin byrjar kl. 20, og heitt verður á fólk um at møta stundisliga, helst áðrenn gestirnir koma.

Matarsteðgur verður við kaffi og køkum og hugnapráti.

Annars eru øll vælkomin í dans.

Tags: 

Síður

Subscribe to Tøkum Lætt RSS