Latið inn hevur toekum_laett hin Mán, 11/11/2024 - 22:28
Góðu limir
Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 13. oktober og hampuligt av fólki møtti upp til fundin.
Roar var valdur til orðstýrara og Elin Maria til skrivara.
Ólavur og Jóna stóðu fyri vali, men Ólavur bar seg undan, og Annleyg kom inn í staðin. Nevndin er nú Andreas, Jóna og Annleyg, nevndin hevur skipað seg við Andreas sum formanni, Jóna skrivara og Annleyg kassameistara.
Í eykanevndini var eisini broyting, tí Einar Martin bar seg undan, og Annleyg kom upp í nevndina. Nyggj í eykanevndini eru nú: Roar og Hildur og Bergar, sum heldur fram.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 10/11/2024 - 14:55
Í Tøkum Lætt eru vit nú farin í gongd at dansa aftur, og vit bjóða øllum áhugaðum at vera við.
Miðað verður eftir at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 10/11/2024 - 12:08
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 09/11/2024 - 21:39
Tekningarlistin til hugnakvøldið 23. nov liggur frammi. Luttøkugjaldið er 100 kr og kann flytast á kto. í Betri: 9181 4482370, gestir okkara eru Dansifelagið á Látrinum.
Skráin fyri veturin liggur frammi.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Hós, 07/11/2024 - 18:59
Komandi dansikvøld, sum er sunnudagin 10. november, fara vit at kvøða 16 ørindi av donsku brúðarvísuni. Joen Remmer skipar, vónandi koma nógv at stuðla hann:)
Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 03/11/2024 - 16:53
Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 03/11/2024 - 16:42
Av tí, at vit hava dansað ta mesta av náttini í Klaksvík, er ongin vaksnadansur í kvøld.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 02/11/2024 - 11:34
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 26/10/2024 - 19:23
Vit fara at tosa um túrin til Klaksvík, sum er komandi leygarkvøld. Vit fara at venja onkur kvæði (bæði sitandi og dansandi:), sum vit vita vera kvøðin í Klaksvík. Okkara fyrsta kvæði verður Vilmunds kvæði.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 14/10/2024 - 22:29
Vit dansa sunnukvøldið 20. oktober kl. 19,30.
Síður