Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 26/10/2024 - 19:23
Vit fara at tosa um túrin til Klaksvík, sum er komandi leygarkvøld. Vit fara at venja onkur kvæði (bæði sitandi og dansandi:), sum vit vita vera kvøðin í Klaksvík. Okkara fyrsta kvæði verður Vilmunds kvæði.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 14/10/2024 - 22:29
Vit dansa sunnukvøldið 20. oktober kl. 19,30.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mán, 14/10/2024 - 22:03
Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 12/10/2024 - 12:15
Sum áður lýst verður aðalfundurin sunnukvøldið 13. oktober kl. 20.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Frí, 04/10/2024 - 11:52
Nú gerast kvøldini myrk og long, og tíð er aftur at leita sær inn í fjálgu dansistovurnar.
Leygarkvøldið 5. oktobur skipar Norðstreymoyar dansifelag fyri mikkjalsmessudansi í Frøishøllini í Kvívík.
Dansurin byrjar kl. 21.30 og kostnaður fyri tiltakið er 100 kr, við í prísinum er smurt breyð
Bussurin hjá Tøkum lætt koyrir frá rennilbreytini kl. 21 og heim aftur aftaná dansin.
Bussurin er ókeypis og øll eru vælkomin.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 21/09/2024 - 14:35
Árligi aðalfundurin hjá Tøkum Lætt verður sunnukvøldið 13. oktober klokkan 20 í Skansastovu. Skráin verður sambært viðtøkum felagsins. Dansað verður aftaná aðalfundin
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mik, 24/04/2024 - 20:51
Í morgin 25. apríl er seinasta freist at tekna seg til Landsdansistevnuna. Tilmeldingin fer fram við at gjalda 300 kr á kto í Betri: 9181 5074942
Latið inn hevur Jóna Maria hin Frí, 19/04/2024 - 15:21
Landsdansistevnan verður á Giljanesi 11. Mai 2024. Luttøkugjaldið er 300 kr. Tilmelding fer fram við at gjalda luttøkugjald á kontu 9181 5074942 áðrenn 25. apríl.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Týs, 09/04/2024 - 23:05
Nú suðuroyartúrurin nærkast fara vit at siga eitt sindur um gongdina. Vit hava leiga ALT hotel Øravík, tvs.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Mik, 03/04/2024 - 22:53
Nevndin hevur avgjørt at leygarkvøldið 6. apríl hava vit hugnakvøld í Skansastovu. Tað verður tað sokallaða “matpakkaballið” T.v.s. har allir luttakarir smyrja breyð ella líknandi, sum er áleið tað, sum tey sjálvi eta.
Síður