Submitted by Jóna Maria on Sat, 01/11/2025 - 11:49
BARNADANSUR Í TØKUM LÆTT VERÐUR SUNNUDAGIN 2. NOVEMBER KL. 18,30
Submitted by toekum_laett on Mon, 27/10/2025 - 21:12
Góðu limir
Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 28. september og hampuligt av fólki møtti upp til fundin.
Í nevndini var eingin broyting: Andreas, Jóna og Annleyg halda áfram. Eykanevndin , sum er Roar og Hildur og Bergar, og veitslunevndin, sum er Elsy, Lona og Poula blivu einini tær somu.
Grannskoðararnir eru Roar Olsen og Bjarni Rasmussen. Og umboð okkara í Sláið Ring er Andreas og eyka umboð er Annleyg.
Submitted by Jóna Maria on Mon, 27/10/2025 - 11:17
Vit eru boðin í ársveitslu hjá Leikum Fagurt tann 8. november. Vit melda til við at flyta 150 kr á kto 9181 4482370 í Betri, seinasti møguleiki at tekna seg er sunnukvøldið 2. november
Submitted by Jóna Maria on Sun, 26/10/2025 - 13:33
BARNADANSUR Í TØKUM LÆTT VERÐUR SUNNUDAGIN 26. OKTOBER KL. 18,30
Submitted by Jóna Maria on Fri, 17/10/2025 - 21:07
Tann 25. oktober fáa vit vitjan av Dansifelagnum í Havn. Byrjað verður við borðhaldi og dansað verður aftaná. Neyðugt er at tekna seg, tiltakið kostar 100 kr. Við at flyta 100 kr á kto 9181 4482370 í Betri er man tilmeldaður. Tiltakið byrjar kl. 19
Submitted by Jóna Maria on Wed, 15/10/2025 - 10:43
BARNADANSURIN Í TØKUM LÆTT BYRJAR SUNNUDAGIN 19. OKTOBER KL. 18.30. ØLL ERU HJARTALIGA VÆKOMIN, BÆÐI UNG OG GOMUL:)
Submitted by Jóna Maria on Mon, 13/10/2025 - 19:49
Submitted by Jóna Maria on Sun, 12/10/2025 - 13:46
Hey tit, fyrsta "ordiliga" dansikvøld hjá okkum er í kvøld, kl 19.30. Óli fer at taka nøkur ørindi av Grettis kvæðnum, Andreas kvøður Grindavísuna og so er Mallebro við á skránni í kvøld eisini. Skráin er annars liðug gjørd til árið út, men har manglar okkurt til komandi ár, so tað má bíða eitt sindur at leggja út á netið. Vit rokna við fáa alt uppá pláss komandi viku.
Submitted by Jóna Maria on Wed, 08/10/2025 - 16:07
Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving.
Felagið Tøkum Lætt bjóðar øllum áhugaðum at vera við.
Miðað verður ímóti at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum.
Submitted by Jóna Maria on Thu, 02/10/2025 - 09:56
Leygarkvøldið 4. okt. er dansinátt í Kvívík, sum byrjar kl. 21,30. Í samband við dansin bjóðar Tøkum lætt sínum limun turran fisk, spik (ella smør:) og epli kl. 19 í Skansastovu. Sjálvandi fáa vit eisini okkurt at drekka afturvið:) Bussurin koyrir frá Skansastovu kl. 21. Neyðugt er at tekna seg sum skjótast her á limasíðuni ella ringið ella smsa á tlf 214242, 515152, 506151
Pages