SUÐUROYARTÚRURIN

Hotel Øravík hevur ringt og spurt hvussu verður við okkara Suðuroyartúri. Men enn hava ov fá tekna seg, tí mugu tit tekna tykkum nú, um túrurin skal blíva til nakað.

Tags: 

SUÐUROYARTÚRUR

Um nóg nógv tekna seg, fara vit útferð til Suðuroynna 12. – 14 september. Vit hava fyribils  leigað alt hotel Øravík, har eru umleið 30 songjapláss. So tit, sum eru áhugað, mugu siga frá skjótast gjørligt.

Tags: 

SJÓNVARPSUPPTØKURNAR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM 24. MAI

Nú nærkast til sjónvarpsupptøkur, og vit fara at venja nú sunnukvøldið tann 11 mai. kl. 20.
Vit fáa nú brúk fyri øllum góðum kreftum, so Tøkum lætt vísur hvat dugur er í okkum:)
Sum Gunnar Restorff hevur skrivað til okkum, er als ikki neyðugt at duga kvæðini

Tags: 

REKLAMUFILMUR

MBM fer undir at selja eina nýggja vøru úr mjólkaúrdrátti. Í hesum sambandi skal ein reklamufilmur gerast um hesa vøruna.
Tags: 

DANSUR 2. PÁSKAKVØLD

Góðu tit! Nú er føstan av, og dansurin byrjar spakuliga aftur.
2. páskakvøld verður dansur bæði í Sørvági og í Funningi, tíverri kunnu vit ikki vera bæði støðini, so her verður man noyddur at velja! Vit eru nøkur, sum hava tosað um at fara til Funnings, og vit hava leigað ein 20 persónars buss. So um áhúgi er fyri tí og fleiri tekna seg, so verður túrurin gjørdur.

Tags: 

SJÓNVARPSUPPTØKUR

Sum tit síggja á listanum niðanfyri, so skulu vit í Tøkum lætt kvøða Regin Smið til upptøkuna. Vit hava tí brúk fyri so góðum stuðli, sum til ber.  Vit fara tí at heita á tykkum at terpa Regin Smið, so tað blívur ein góð upptøka hjá okkum.

Tags: 

SJÓNVARPSUPPTØKUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM 24. MAI

Tags: 

NÚ ER FØSTAN HER!

Nú er føstan also komin, og sunnukvøldið 2. mars er so okkara seinasta dansikvøld á hesum sinni. Stuttligt hevði verið, um nógv møta upp, so vit kunnu enda við einum rimmar dansi:) Vit síggjast sunnukvøldið kl. 19.30

Tags: 

BARNADANSUR Í TØKUM LÆTT 2. MARS KL. 18.30

Síðsti barnadansur áðrenn føstuna er nú sunnukvøldið 2. mars kl. 18.30

FØROYSKUR DANSUR Á REINSARÍNUM

Finalan í spurnarkappingini, Tú manst vita frá mongum at siga verður send beinleiðis á Reinsarínum. Hetta verður fríggjakvøldið 28. februar kl. 20.30. Og nú er møguleiki at koma við í studio. Spennandi verður at síggja, hvør fer við steypinum í ár.

Í fjør var nærum fullsett, og vit vænta eitt líka gott kvøld í ár.

Tags: 

Síður

Subscribe to Tøkum Lætt RSS