Submitted by Jóna Maria on Wed, 11/06/2014 - 19:16
Í samband við Skúvoyarferðina hava vit leigað Jósup at sigla okkum beinleiðis til Skúvoyar leygardagin og heim aftur sunnudagin.
Submitted by Óli A. Reinert ... on Wed, 11/06/2014 - 17:44
Tað er nú einaferð so, at Skúvoyggin, og tað sum har er fyrifarist, er ein rættiliga týdningarmikil partur av føroyingasøgu. Skúvoyarbrøðurnir Brestir og Beinir eru høvdingar í oynni um somu tíð, sum Havgrímur er høvdingi í Suðuroy.
Submitted by Jóna Maria on Mon, 02/06/2014 - 12:03
Sum tit flestu vita, eru vit boðin til Skúvoyar tann 14. juni. Vit fara at heita á fólk at melda til so skjótt sum møguligt, tí ein sovorðin túrur skal organiserast væl, bæði av teimum, sum taka ímóti okkum og av okkum sjálvum eisini. Til dømis hava vit ikki enn heilt tikið støðu til, um vit fara vit rutibátinum yvir Sandoynna, ella um vit skulu leiga bát av Gomlu Rætt beinleiðis til Skúvoynna.
Submitted by Jóna Maria on Tue, 20/05/2014 - 16:48
Hey tit, nú nærkast kvæðacruisin til Íslands. Vit gleða okkum og vóna at veðrið verður til vildar. Sum tað sær út nú, so verður fínasta veður.
Submitted by Jóna Maria on Tue, 20/05/2014 - 16:35
Submitted by Jóna Maria on Tue, 20/05/2014 - 16:19
Fleiri hava spurt um útferðir.
Týsdagin 27. verður útferð til Neskaupstað frá kl. 10:30 til 17:00. Kostnaðurin er kr. 195,-.
Mikudagin 28. verður skipað fyri gongutúri á Seyðisfirði við frásøgufólki, kostnaður kr. 85,-.
Tilmelding er við at venda sær til Smyril Line 34 59 00.
Submitted by Helga Maria on Tue, 13/05/2014 - 18:45
Hey tit, vit fara aftur komandi sunnukvøld 18/5 kl. 20,00 í Skansastovu at "repetera"Kjartan Ólavsson
Submitted by Helga Maria on Mon, 05/05/2014 - 12:43
Komandi sunnukvøld 11/5, kl. 20,00 fara vit í Skansastovu at "repetera" Kjartan Ólavsson, sum Tøkum Lætt skal kvøða á kvæðatúrinum til Íslands.Komið! Gott í tykkum :)
Submitted by Jóna Maria on Sun, 27/04/2014 - 12:35
Sunnukvøldið 27 apríl er okkara síðsta dansikvøld eftir skránni (man veit aldrin hvat kann hendaJ
Submitted by Jóna Maria on Thu, 17/04/2014 - 20:57
Nú er føstan skjótt liðug, (hvar er hon farin--?) og vit fara í gongd við dansin aftur. Sum vant verður dansur 2. páskakvøld í Skansastovu, byrjað verður kl. 22. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur:) Øll eru hjartaliga vælkomin!
Pages