Nevndin

Boð frá nevndindi og onnur kunning.

ALLARSEINASTI MØGULEIKI AT TEKNA SEG TIL ÁRSVEITSLUNA HJÁ LEIKUM FAGURT!!

Tags: 

Límabræv 2025

Góðu limir

Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu  tann 28. september og hampuligt av fólki  møtti upp til fundin.

Í nevndini var eingin broyting: Andreas, Jóna og Annleyg halda áfram. Eykanevndin , sum er Roar og Hildur og Bergar, og veitslunevndin, sum er Elsy, Lona og Poula blivu einini tær somu.

Grannskoðararnir eru Roar Olsen og Bjarni Rasmussen. Og umboð okkara í Sláið Ring er Andreas og eyka umboð er Annleyg.

Tags: 

ÁRSVEITSLA Í LEIKUM FAGURT

Vit eru boðin í ársveitslu hjá Leikum Fagurt tann 8. november. Vit melda til við at flyta 150 kr á kto 9181 4482370 í Betri, seinasti møguleiki at tekna seg er sunnukvøldið 2. november

Tags: 

FØROYSKI DANSURIN Í TØKUM LÆTT BYRJAR AFTUR

Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í sving.

Felagið Tøkum Lætt bjóðar øllum áhugaðum at vera við.

Miðað verður ímóti at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum.

Tags: 

HUGNAKVØLD Í SAMBAND VIÐ DANSINÁTT Í KVÍVÍK

Leygarkvøldið 4. okt. er dansinátt í Kvívík, sum byrjar kl. 21,30. Í samband við dansin bjóðar Tøkum lætt sínum limun turran fisk, spik (ella smør:) og epli kl. 19 í Skansastovu. Sjálvandi fáa vit eisini okkurt at drekka afturvið:) Bussurin koyrir frá Skansastovu kl. 21. Neyðugt er at tekna seg sum skjótast her á limasíðuni ella ringið ella smsa á tlf 214242, 515152, 506151

Tags: 

AÐALFUNDUR Í DANSIFELAGNUM TØKUM LÆTT

Aðalfundur okkara verður sunnukvøldið tann 28. september kl. 20 í Skansastova. Skrá sambart lógum felagsins. Dansað verður aftaná.
Nevndin

Tags: 

UPPTRAÐKING OG HUGNAKVØLD Í SKANSASTOVU

Fríggjakvøldið 29. august kl. 17 traðka vit upp í Skansastovu fyri turistum úr Tailandi. Tað skuldi tikið  ein lítlan tíma, og so hugsaðu vit at hava eitt lítið hugnakvøld aftaná, har felagið bjóðar breyð og gott pálegg.   Har verður sangur og harmonikuspæl til, og man ikki farið verður upp á gólv eisini:)

Tags: 

SUÐUROYARTÚRURIN AVLÝSTUR!!

Av tí at for fá hava tekna seg til Suðuroyartúrin, hava vit veri noydd at avlýsa hann. Tað er sjálvandi nokkso keðiligt, hetta eru vit ikki von við í Tøkum lætt! Vit rokna tó við, at ein av grundunum man vera, at fólk eru ivasom um avloysaraskipið fyri Smyril.
Í staðin fyri hava vit hugsað at fara ein túr við bussi onkran leygardag, tá veðrið er gott. Men tað mugu vit koma aftur til seinni.

Tags: 

SUÐUROYARTÚRURIN

Hotel Øravík hevur ringt og spurt hvussu verður við okkara Suðuroyartúri. Men enn hava ov fá tekna seg, tí mugu tit tekna tykkum nú, um túrurin skal blíva til nakað.

Tags: 

SUÐUROYARTÚRUR

Um nóg nógv tekna seg, fara vit útferð til Suðuroynna 12. – 14 september. Vit hava fyribils  leigað alt hotel Øravík, har eru umleið 30 songjapláss. So tit, sum eru áhugað, mugu siga frá skjótast gjørligt.

Tags: 

Síður

Subscribe to RSS - Nevndin