SJÓNVARPSUPPTØKUR

Sum tit síggja á listanum niðanfyri, so skulu vit í Tøkum lætt kvøða Regin Smið til upptøkuna. Vit hava tí brúk fyri so góðum stuðli, sum til ber.  Vit fara tí at heita á tykkum at terpa Regin Smið, so tað blívur ein góð upptøka hjá okkum.

Tags: 

SJÓNVARPSUPPTØKUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM 24. MAI

Tags: 

NÚ ER FØSTAN HER!

Nú er føstan also komin, og sunnukvøldið 2. mars er so okkara seinasta dansikvøld á hesum sinni. Stuttligt hevði verið, um nógv møta upp, so vit kunnu enda við einum rimmar dansi:) Vit síggjast sunnukvøldið kl. 19.30

Tags: 

BARNADANSUR Í TØKUM LÆTT 2. MARS KL. 18.30

Síðsti barnadansur áðrenn føstuna er nú sunnukvøldið 2. mars kl. 18.30

FØROYSKUR DANSUR Á REINSARÍNUM

Finalan í spurnarkappingini, Tú manst vita frá mongum at siga verður send beinleiðis á Reinsarínum. Hetta verður fríggjakvøldið 28. februar kl. 20.30. Og nú er møguleiki at koma við í studio. Spennandi verður at síggja, hvør fer við steypinum í ár.

Í fjør var nærum fullsett, og vit vænta eitt líka gott kvøld í ár.

Tags: 

NÚ NÆRKAST FØSTAN!

Vit dansa sunnukvøldið 23. februar, og hetta er so næstseinasta dansikvøld áðrenn føstuna. Vit fara at tosa um føstulávints fríggjakvøld á Reinsarínum, og eisini hava vit spennandi tíðindi um sjónvarpsupptøkur.

Tags: 

BARNADANSUR Í TØKUM LÆTT 23. FEBRUAR KL. 18.30

BARNADANSUR Í TØKUM LÆTT 23. FEBRUAR KL. 18.30

Tags: 

KUNNING UM OKKARA DANSIPROGRAM HESA VIKUNA

Í nógv ár hava vit vitja pensionistafelagið í Havn upp undir føstuna. Og í ár verður tað komandi mikukvøld tann 19. februar. Vit fáa drekkamunn frá teimum og syngja nakrir sangir, Páll hevur harmonikuna við. Vit enda við at fara uppá gólvið eina løtu. Pensionistafelagið heldur til í Bridgehúsinum í Gundadali, vit síggjast har kl.

Tags: 

VÍÐARI KUNNING

Tags: 

EITT FRÁLÍKT DANSIKVØLD Í SKANSASTOVU SUNNUKVØLDIÐ

Tags: 

Síður

Subscribe to Tøkum Lætt RSS