GJÁARTÚRURIN!!

Hey tit, tað hevði verið deiligt, um tit, sum ætla tykkum við til Gjáar tann 19. sept, kunnu skriva tað her á okkara limasíðu. Eg hugsi serliga um øll tykkum, sum fara til Ronces Valles (RUNSIVAL:) í morgin. Rokni við, at tá verður Gjáartúrurin fjarður í tykkara huga! Men sjálvandi, øll onnur eisini, skrivið tykkum endiliga upp her sum skjótast, bara so vit vita, um túrurin yvurhøvir blívur til nakað!

Tags: 

Ein lítil frágreiðing um Gjáartúrin

Tá man fer ein sovorðnan túr, so er tað umráðandi at fáa ein prís út, so fólk kunnu tekna seg skjótast gjørligt. Vit mugu jú bíleggja bæði hús, kokk, upplivingarstøð og buss í góðari tíð.

Tags: 

ÚTFERÐ TIL GJÁAR TANN 19. SEPTEMBER

Hey tit! Um nóg nógv tekna seg fara vit útferð til Gjáar leygardagin tann 19. september. Túrurin byrjar við bussi úr Havn inn á Skálafjørðin, har vit vitja nøkur kend og áhugaverd støð.

Tags: 

LANDSDANSISTEVNAN FYRI BØRN

Landsdansistevnan fyri børn er tann 18. apríl í Havn. Í tí sambandi verður barnadansur komandi sunnukvøld kl. 18,30 í Skansastovu. Vit fara at venja kvæði, sum vit ætla at kvøða til stevnuna, tað er Risin og Kellingin, sum Bergljót av Skarði  hevur yrkt. Enn er tíð at tekna seg, tekningarlistin liggur frammi.

Tags: 

DANS EFTIR PÁSKIR

Hey tit, nú eru vit komin nokkso langt inn í føstuna, páskirnar eru um ca. 3 vikur, og 2. páskadagur er 6. apríl. Ætlanin er at hava okkurt dansikvøld eftir páskir, har er ongin føst skrá gjørd. Men Jegvan hevur kvøðið Kjartan Ólavsson, og vit kundu hugsað okkum at repetera tað. Joen hevur lagt Finn hin Fríða út her á limasíðuna, bæði tekst og upptøku, hann vil gjarna kvøða hann. Og To herrer monne skrive liggur eisini her, eisini bæði tekst og upptøka, tað havi eg hug at kvøða aftur.

Tags: 

ÁMINNING UM LIMAGJALD

Góðu tit, tað vísir seg, at nakrir limir hava gloymt at gjalda limagjald í ár. Vit vita hvussu skjótt tað kann fara framvið, tí senda vit eina áminning út. Um tit ivast, um tit hava goldið, eru tit vælkomin at ringja og spyrja, so kanna vit tað. tlf. 214242, 515152, 506252. Konto: 9181 445.127.0

Tags: 

Føroyskur dansur á Reinsarínum fríggjakvøldið 13. februar kl. 21

 

Tags: 

BARNADANSUR SUNNUKVØLDIÐ 8. FEBRUAR KL. 18,30

BARNADANSUR SUNNUKVØLDIÐ 8. FEBRUAR KL. 18,30

Tags: 

DANSAÐ VERÐUR Í KVØLD 8. FEBRUAR

Hetta er so næstseinasta dansikvøld á hesum sinni. Vónandi er eitt sindur av orku eftir, aftaná eina avbera góða dansinátt í Hornahúsinum:)

Tags: 

BARNADANSUR Í TØKUM LÆTT SUNNUDAGIN 18. JANUAR KL. 18,30

 

BARNADANSUR Í TØKUM LÆTT SUNNUDAGIN 18. JANUAR KL. 18,30

 

Tags: 

Síður

Subscribe to Tøkum Lætt RSS