Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 17/11/2024 - 14:21
Tístrams táttur var á skránni síðsta sunnukvøld, men var ikki kvøðin tá og verður tí kvøðin í kvøld. Og danska brúðarvísan verður eisini tikin í kvøld. Tekningarlistin til hugnakvøldið liggur frammi.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 16/11/2024 - 01:05
Sunnunkvøldið er (allar-allar:)síðsti møguleiki at tekna seg til hugnakvøldið, sum verður saman við Dansifelagnum á Látrinum. Nøkur av teimum, sum longu hava teknað seg, hava ikki goldið enn. Gott hevði verið, um tit fingið hetta orna sum skjótast.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Frí, 15/11/2024 - 22:52
BARNADANSUR Í TØKUM LÆTT NÚ SUNNUKVØLDIÐ KL. 18.30
Latið inn hevur toekum_laett hin Mán, 11/11/2024 - 22:28
Góðu limir
Ársaðalfundur okkara varð hildin í Skansastovu tann 13. oktober og hampuligt av fólki møtti upp til fundin.
Roar var valdur til orðstýrara og Elin Maria til skrivara.
Ólavur og Jóna stóðu fyri vali, men Ólavur bar seg undan, og Annleyg kom inn í staðin. Nevndin er nú Andreas, Jóna og Annleyg, nevndin hevur skipað seg við Andreas sum formanni, Jóna skrivara og Annleyg kassameistara.
Í eykanevndini var eisini broyting, tí Einar Martin bar seg undan, og Annleyg kom upp í nevndina. Nyggj í eykanevndini eru nú: Roar og Hildur og Bergar, sum heldur fram.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 10/11/2024 - 14:55
Í Tøkum Lætt eru vit nú farin í gongd at dansa aftur, og vit bjóða øllum áhugaðum at vera við.
Miðað verður eftir at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum aftrat teimum longu kvæðunum.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 10/11/2024 - 12:08
Latið inn hevur Jóna Maria hin Ley, 09/11/2024 - 21:39
Tekningarlistin til hugnakvøldið 23. nov liggur frammi. Luttøkugjaldið er 100 kr og kann flytast á kto. í Betri: 9181 4482370, gestir okkara eru Dansifelagið á Látrinum.
Skráin fyri veturin liggur frammi.
Latið inn hevur Jóna Maria hin Hós, 07/11/2024 - 18:59
Komandi dansikvøld, sum er sunnudagin 10. november, fara vit at kvøða 16 ørindi av donsku brúðarvísuni. Joen Remmer skipar, vónandi koma nógv at stuðla hann:)
Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 03/11/2024 - 16:53
Latið inn hevur Jóna Maria hin Sun, 03/11/2024 - 16:42
Av tí, at vit hava dansað ta mesta av náttini í Klaksvík, er ongin vaksnadansur í kvøld.
Síður